Heiðavegur 5
FO-600 Saltangará
Faroe Islands
Fysioterapi & Kosmetolog
+298 447272
hkcare@hkcare.fo
VIT HAVA OPIÐ
Mánadag-leygardag
eftir avtalu
Í nýmótans samfelagnum eru nógvar avbjóðingar fyri framman, sum fevna um okkara heilsu. Vit hava innrættað okkara lívsstíl á ein hátt, har vit ikki fáa nóg mikið av fysiskum virksemi, men samstundis hava atgongd til ov mikið av mati.
Úrslitið er ein stór útbreiðsla av fleiri lívsstíl sjúkum, har krabbamein, hjarta-æðra sjúkur, kronisk lungna sjúkur, diabetes, vødda- og beinagrind sjúkur eru tær mest vanligu. Her hevur arbeiðsplássið ein stóran lut í, at ávirka gongdini rættan vegin.
Eitt vælvirkandi fólkaheilsu arbeiði fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Í fólkaheilsuætlanini eru orðaðir málsetningar fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett sum røkka fleiri ár fram í tíðina. (Heilsumálaráðið 2006)
HKcare, Fysioterapi
Ráðgeving um innrætting av skrivstovum sum arbeiðspláss. Vit bjóða persónliga gjøgnumgongd av skrivstovuni. Fysioterapeuturin gjøgnumgongur hvørt skrivstovupláss hjá starvsfólkunum. Her verður tikið atlit til, um starvsfólk hevur trupulleikar, og tey fáa so góða ráðgeving, sum til ber.
Hetta fevnir um smáar justeringar av innrættingini av skrivstovu-arbeiðsplássinum, ráðgeving um venjingar, variatión og møgulig hjálpitól, ið kunnu hjálpa tí einstaka starvsfólkinum.
Ráðgeving til arbeiðspláss viðvíkjandi lyftiteknikki v.m. Har verður arbeiðsgongdin hjá starvsfólkunum gjøgnumgingin, og so verða gjørdar justeringar á teimum fysisku arbeiðsumstøðunum, og starvsfólkini verða lærd, hvussu ein skal t.d. lyfta, og hvussu tungt ein hevur loyvi at lyfta.
Um læknin metir, at neyðugt er við bráðfeingis viðgerð, kunnu vit altíð veita viðgerð innan 24 tímar.
Eina víðfevnd fysioterapeutisk kanning við støði í, hvar í vøddum og beinagrind starvsfólk hevur trupulleikar.
Innleiðandi prát um m.a. heilsu, arbeiðskrøv, rørsluvanar.
Kanning av umráðandi økjum, t.d. øksl, nakka og lendum.
Vegleiðing í einføldum venjingum og broytingum av arbeiðsvanum, ið kunnu bøta um ampar, sum starvsfólkini hava.
Tilmæla umráðandi tiltøk og/ella viðgerð.
Útflýggjan av Body Chart (Eitt kropsskema, har møguligir trupulleikar eru merktir).
Tíð: 45 min.
Um tykkara virki/stovnur hevur tørv á rørsluátøkum til tykkara starvsfólk, so kunnu vit altíð finna eina loysn til tykkara tørv.
Vit kunnu seta átøk saman til tykkara og koma á tykkara virki/stovn at seta tað í verk, so tað verður ein partur av dagliga arbeiðsdegnum.
Um tit hava onnur ynski og hugskot til átøk, lurta vit sera fegin eftir tykkum.
Vit eru fleksibul og vilja møta tykkara ynskjum og tørvum.
Telefon: +298 447272
Teldupostur: hkcare@hkcare.fo