FYSIOTERAPI
Kristian er útbúgvin fysioterapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2008. Kristian hevur verið á ymiskum skeiðum í manuellari viðgerð, Kinesio tape, manipulatión og McKenzie.
Umframt hetta hevur hann tikið IMS Akupunktur og er certifiseraður IMS akupunktørur frá 2009.
Kristian hevur eisini tikið eftirútbúgving hjá SuperSole viðv. framleiðslu av serinnlegssólum.
Í oktober 2012 fór Kristian undir ítróttarfysioterapi-útbúgvingina og tók 2 skeið í oktober 2012 og 2 skeið í mars 2013. Introduktiónsskeiðið, Tapeskeið, Akslaskeið og Alboga- og hond-skeið hjá Ítróttarfysioterapi Fakbólkinum.
Kristian hevur harumframt verið og er fysioterapeutur hjá fleiri ymiskum fótbóltslandsliðum síðan 2007. Fysioterapeutur hjá 1. liðnum hjá B68 síðan 2011.
Hjá HK Care arbeiðir eisini Sveinur Justinussen. Hann byrjaði at arbeiða hjá okkum 10. oktobur 2017. Sveinur er útbúgvin Professions Bachelor í Fysioterapi frá Professionshøjskolen Absalon í Campus Næstved í 2012.