UM OKKUM
Vit eru trý, ið arbeiða á viðgerðastovuni,
tveir fysioterapeutar og ein kosmetologur.
Vit eru trý, ið arbeiða á viðgerðastovuni,
tveir fysioterapeutar og ein kosmetologur.
Á HKcare hava vit góð og stór høli á Heiðavegi 5 í Saltangará. Vit hava fleiri viðgerðarhøli og eitt fínt venjingarhøli, sum íalt eru einar 120 m² til støddar.
Nógv krevst fyri at fylgja við tí nýggjasta, og tí verða vit javnan dagførd viðvíkjandi viðgerðartilboðum og møguleikum fyri venjingum. Vit eru regluliga á skeið fyri at eftirútbúgva okkum, so vit altíð kunna bjóða tær nýggjastu viðgerðirnar og vitanina á okkara økjum.
Tað, sum er umráðandi fyri okkum, er, at kundin verður settur í hásætið og fær eina góða tænastu frá okkum og fer vælnøgdur heimaftur.
HKcare, fysioterapi og kosmetologi, byrjaði 20. juni 2011. Vit hildu, at Eysturoyggin hevði brúk fyri eini vælverustovu.
Bachelor í fysioterapi
Kristian er útbúgvin fysioterapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2008. Kristian hevur verið á ymiskum skeiðum í manuellari viðgerð, Kinesio tape, manipulatión og McKenzie.
Umframt hetta hevur hann tikið IMS Akupunktur og er certifiseraður IMS akupunktørur frá 2009.
Kristian hevur eisini tikið eftirútbúgving hjá SuperSole viðv. framleiðslu av serinnlegssólum.
Í oktober 2012 fór Kristian undir ítróttarfysioterapi-útbúgvingina og tók 2 skeið í oktober 2012 og 2 skeið í mars 2013. Introduktiónsskeiðið, Tapeskeið, Akslaskeið og Alboga- og hond-skeið hjá Ítróttarfysioterapi Fakbólkinum.
Kristian hevur harumframt verið og er fysioterapeutur hjá fleiri ymiskum fótbóltslandsliðum síðan 2007. Fysioterapeutur hjá 1.liðnum hjá B68 síðan 2011.

Sveinur Justinussen byrjaði at arbeiða hjá HKcare 10.oktobur 2017. Hann er útbúgvin Professions Bachelor í Fysioterapi frá Professionshøjskolen Absalon í Campus Næstved í 2012.
Sveinur byrjaði at arbeiða hjá Almannaverkinum í 2012, inntil hann valdi at royna 1 ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsið 2014. Í 2015 var Sveinur aftur í Almannaverkinum, sum so bleiv til Økistænastan Roðin á Skálafjørðinum.
Somuleiðis hevur Sveinur tikið ymiskt eftirútbúgvingarskeiðir. Nevnast kunna øll grundskeiðini innan Mulligan Concept. Hartil skeið innan akslaviðgerð og venjingar og skeið innan Parkinson.
Vit í HKcare eru glað, at hava fingið Sveinur til okkum at arbeiða. Kundarnir kunna síggja fram til ein sera dugnaligan fysioterapeut.
Kosmetologur
Halgerð er útbúgvin kosmetologur frá Inter-Clinitique í Kolding í 2006.
Eftir útbúgving hevur Halgerð arbeitt uttanlanda, við húðrøkt og smyrsli í “Matas”. Har um framt hevur hon eisini arbeitt á vælverustovu í Danmark og í Føroyum.
Halgerð hevur endurnýggja sær útbúgvingina hjá Birch & Baagø í 2010, og er javnan á skeið og fær betur innlit og kunnleika til viðgerðir og vørur.
– Apríl 2017, bleiv Halgerð útbúgvin Brow Stylist, hjá Mii Cosmetics.
– Januar 2018, tók Halgerð skeið, til at arbeiða við Skin Consept TriPlex.
KUNDAR
VIRKISTERAPI
TÍMAR
MINUTTIR
KOPPAR AV VATNI