SUPERSOLE

SuperSole-konseptið verur brúkt í privatpraksis og hevur higartil breitt seg til Danmarkar, Føroyar, Týsklands, Spania, Svøríki og Noregs.

Konseptið fevnir um at kanna, fyriskipa og gera SuperSole innlegssólar sum uppískoyti til vanliga fysioterapi, har innlegg kunnu vera við til at hjálpa ella fyribyrgja trupulleikum við fótunum, sum so aftur vísa seg í kroppinum. Tey fremstu  endamálini við SuperSole innlegssólunum eru at bøta um støðuna hjá fótinum og at minka um stoytin, tá fóturin tekur í gólvið ella lendið.

SuperSole eru dynamiskir innlegssólar, ið vera lagaðir til tínar føtur, so teir verða styðjaðir, eins og sólarnir stimbra vøddarnar í fótinum.

Tað serliga við SuperSole er, at teir styðja føturnar og fjarða samstundis. Hetta merkir, at fóturin framvegis kann arbeiða undir byrðu, sum so stimbrar bæði vøddar, spengur, lið og harafturat blóðrenslið. Tí verður tað kallað “dynamiskur stuðul”.

SuperSole eru umráðandi í sambandi við:
• Niðurfall av svangabugi (føtur, knø og mjødn snara inneftir)
• Framfótsniðurfall (pína  í tærnum, og tær sova)
• Bruna í fótspong
• Bruna í hælsinuni
• Knætrupulleikar (broytingar í lið-ásini og byrðu)
• Mjadnatrupulleikar (broyting í lið-ásini og byrðu)
• Ryggtrupulleikar (broyting í lið-ásini og byrðu).

SUPERSOLE KANNING

Tá ið ein skal hava SuperSole innleggssólar, verður gjørd ein anamnesa og ein gjølla kanning av kroppinum, serliga beinunum.

Tað ið er sera umráðandi, er at vit ikki bara gerða ein innleggssól til tín, uttan orduliga at vita hvat er trupulleikin. Tí fylgir fysioterapeuturin einum greiningar skema.

Vit tí kanningini finna vit fram til, um tað er brúk fyri einum innleggssóli ella annað átak skal setast í verk.

Fysioterapeuturin hyggir so eftir kanningini og finnir fram til hvussu tín innleggssólur skal gerðast og hvat slag tú hevur brúk fyri.

SuperSole

Tørvurin er ymiskur frá persón til persón, og tí hevur SuperSole útvikla fleiri serinnlegssólar. Tað er ymiskt hvat skógvar fólk brúkar. Tí eru innleggsólar gjørdir bæði til tann fína skógvin og til ítróttskógvar.

Spyr okkum enduliga, viðvíkjandi val av innleggssóli til tín.

Niðanfyri sæst úrvæli av innleggssólum:

Power – til tær ógvuliga krevjandi føturnar

Active – til virkna borgarin

Care – til gigt- ella diabetesfótin

Extrem – til tann krevjandi fótin

Slim – til smala damufótin og børn

Sí annars https://supersole.dk/

VIÐLÍKAHALD

Tak innlegssólan úr skónum og lat hann torna, áðrenn hann verður vaskaður. Tað virkar væl at sproyta eitt sindur av tekstilreins á innlegssólan og gníggja væl inn, helst við eini bleytari bust.

Tað er umráðandi at skola innleggssólan væl, so at sápurestir ikki eru eftir, tí tað kann elva til skriða.

At enda kann man fyribyrgja lukti við at brúka sokallað “killerspray”.

Gevið gætur, at innlegssólarnir ikki mugu verða skolaðir við vatni, ið er meiri enn 37˚ heitt.

PRÍSIR

SuperSole innlegg:

SuperSole, kanning

192,90 kr.

Takstur: 385,80 kr.
Heilsutrygd: 50%

SuperSole, tillaging

385,80 kr.

Takstur: 771,60 kr.
Heilsutrygd: 50%

Supersole, innleggssóli

950,00 kr.

Takstur: 950,00 kr.
Heilsutrygd: –

Tilsamans v/ ávísing frá lækna: 1528,70 kr.
Tilsamans u/ ávísing frá lækna: 2107,40 kr.

Uttan kostnað er ein, kanning 3 vikur eftir ein hevur fingið innleggssólarnar.

SOLEMAIDS innlegg:

SOLEMAIDS viðtala

385,80 kr.

Takstur: 771,60 kr.
Heilsutrygd: 50%

SOLEMAIDS innlegg

1.500 kr.

Takstur: 1.500 kr.
Heilsutrygd: –

Tilsamans v/ ávísing frá lækna: 1.885,80 kr.
Tilsamans u/ ávísing frá lækna: 2.271,60 kr.

SOLEMAIDS

Haldi okkum tilgóðar. Síðan er í gerð

BÓKA TÍÐ

Bóka tíð umvegis frymilin

Eisini ber til at ringja ella at senda teldupost.

Telefon: +298 447272
Teldupostur: hkcare@hkcare.fo

VIÐGERÐIR