Ari er byrjaður sum fysioterapeutur hjá okkum.

Vit kunna við gleði boða frá, at Ari Johannesen júst er komin afturat toyminum her hjá okkum.

Ari bleiv útbúgvin fysioterapeutur í Fysioterapeut skúlanum í Esbjerg, jan ’26. Hann hevur verið á skeið innan Mulligan, og er sera spentur vera komin í gongd.

Sostatt eru nú 3 fysioterapeutar og ein kosmetologur hjá HKcare.

Summar hjá HKcare

Summarfrítíðin er so smátt byrja her hjá okkum.

Kristian og Sveinur eru báðir farnir í feriu (opið eftir avtalu onkran dag hálvan juli). Teir eru báðir aftur í viku 32.

Halgerð er her til og við 15. juli og verður aftur í viku 33.

Ongar tøkar tíðir eru eftir, fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Gott summar 🙂

Broyttir prísir hjá Kosmetologinum

💰💳 Eins og prísurin á olju, el og øllum øðrum hækkar, eru vit tíverri eisini noydd at fylgja við 💳💰

Frá 1. des, vera prísirnir hjá kosmetologinum reguleraðir.

Kristian á Malta við Taekwondo

Í okotber 2022 var Kristian viđ Taekwondo Hwarang Føroyar á Malta 👌👍

Nýggj hølir

VIT ERU FLUTT

Langt um leingi 🙂

Enduliga eru vit flutt í egin hølir á Heiðavegi 5 – Fyrrverandi handilin hjá Pidda hjá Olivari.

Vit hava góð parkerings viðurskifti, bæði sunnanfyri bygningin og niðanfyri. 
Eisini hava vit góðar atkomu møguleikar til koyrustól.

Ver vælkomin í okkara nýggju hølir á Heiðavegi 5.

Halgerð, Kristian og Sveinur

Hvussu skal eg fyrihalda meg?

Hvussu skal eg sum kundi/patientur, fyri fyri halda meg, í samband við smittu um eg skal til viðgerð?

Fyri at vit øll skulu kunna virka ein so vanligan dag sum til ber, er viktugt at vit hugsa okkum um, í samband við smittu av korona.
Vit halda okkum til tilmælini, í tann mun hetta ber til. 
Fyri at minka um smittuvandan hava vit gjørt nakrar vegleiðingar:

  • Kom bert um tú ert frísk/ur
  • Hevur tú verið uttanlanda seinastu dagarnar, skal viðgerðin bíða til lokið sóttarhald, og til svar er komi uppá 6. dag royndina. Vit útseta fegin tína tíð.
  • Vaska/spritta tær um hendurnar tá tú kemur/fert.
  • Nem við minst møguligt s.s. stólar, hurðar, diskin oa.

Takk fyri
Halgerð, Kristian og Sveinur

SOLEMAIDS innlegg

HKcare blivi Solemaids umboð í Føroyum.

Kristian hevur í dag veri á skeið í Solemaids innleggum í Viborg.
HKcare, Fysioterapi er millum nakrar fáar viðgerðastovur í koma umboða Solemaids innlegg, ið viðgerða “Severs Syndrom”.

Solemaids hjálpir børnum í hava nógva pínu í vakstrarøkinum í hælinum – hetta nýggja innlegg er fantastiskt fyri børn við pínu í hælinum.

Uttan viðgerð við Solemaids, kan Severs Syndrom hava stórar avleiðingar, tí at pínan kan ávirka eitt sera aktivt barn til at blíva púrasta inaktiv.

Kristian er sera spentur at koma heim til Føroyar og kunna fáa samstarv ílag við føroyskar viðgerðastovur, ítróttarsambond, ítróttarfeløg, so at vit saman fáa hjálpt øllum børnum við “Severs Syndrom”.

Meir kunning um innleggini her.

Nýggir prísir

Kosmetologurin hevur broytt prisirnir.Eins og alt annað, verða prísirnir hjá okkum eisini broyttir viðhvørt. Seinast kosmetologurin broytti prísir, var í 2015, so sigast kann, at nú er hetta langt síðan. Nýggju prísirnir komu 1. okt, og kunna teir síggjast her

Nýggj viðgerð hjá kosmetologinum

Spennandi nýggj viðgerð kemur 9. feb. ’18Nýggja viðgerðin kallast Triplex, Skin Vital Concept.

Hendan viðgerðin er yngjandi og umvælandi fyri húðina. 
Fríggjadagin 9. feb, er møguligt at koma til Triplex 4 viðgerðina fyri einans 450,- (vanligur prísur 580,-)
Hetta tilboði er bert galdandi hendan dagin. Eisini er serfrøðingur á vitjan, frá Beauty Center Vejle, hendan dagin. Les meir um viðgerðina her.

Vit hava víðka um hópin

Sveinur Justinussen, fysioterapeut, er komin til HKcare at arbeiða.Í oktobur ’17 byrjaði Sveinur Justinussen í starvi, sum fysioterapeutur her hjá HKcare. Sostatt eru nú 2 fysioterapeutar og ein kosmetologur á klinikkini. 

Meira kann lesast um Svein her.