Hvussu skal eg fyrihalda meg?
Hvussu skal eg sum kundi/patientur, fyri fyri halda meg, í samband við smittu um eg skal til viðgerð?
Fyri at vit øll skulu kunna virka ein so vanligan dag sum til ber, er viktugt at vit hugsa okkum um, í samband við smittu av korona.
Vit halda okkum til tilmælini, í tann mun hetta ber til.
Fyri at minka um smittuvandan hava vit gjørt nakrar vegleiðingar:
- Kom bert um tú ert frísk/ur
- Hevur tú verið uttanlanda seinastu dagarnar, skal viðgerðin bíða til lokið sóttarhald, og til svar er komi uppá 6. dag royndina. Vit útseta fegin tína tíð.
- Vaska/spritta tær um hendurnar tá tú kemur/fert.
- Nem við minst møguligt s.s. stólar, hurðar, diskin oa.
Takk fyri
Halgerð, Kristian og Sveinur