Konjac Sponge
Konjac Sponge

Konjac Sponge, verður gjørdur til nógv ymisk húðasløg, og hevur nógvar ymiskar eginleikar:

·         Tú kanst nýta teir hvønn dag.

·         Tær nýstist ikki eitt reinsuprodukt, fyri at fáa eitt gott úrslit.

·         Gevur húðini meir glóð, í mun til um tú ikki brúkar svampin.

·          Vaskisvamparnir eru PH-neutralir. Tvs. Teir forstýra ikki PH-virði og balansuna í húðini.

·         Teir eru 100% nátúrligir, og kunna tí leggjast út saman við kompostinum.

·         Konjac sponge reinsa varliga húðina, og burturbeina deyðar húðkyknir.

·         Teir eru gjørdir av vegetabilskum fibrum, frá rótini Amorphophallus Konjac, ið verður dyrka og brúkt til matna í Asien.

 

Svampurin er lætt fugtaður tá tú keypur hann, og ein vegleiðing er á baksíðuni á pakkanum. Konjac Sponge er gjørdur av 100% natúrligum vegetabilskum fibrum, og er uttan litevnir og parabenir. Svampurin inniheldur tey natúrligu evnini og mineralini frá konjac rótini, og tí kann hann leggjast út til kompost ella leggjast í botnin á einum urtapotti, tá hann skal skiftast út.

Sum við øllum øðrum svampum, kanst tú brúka títt reinsiprodukt saman við svampinum um tú ynskir. Nógv føla tó, at svampurin í sær sjálvum, reinsar nógv væl, og tí verður hann ofta brúktur uttan sápu ella reinsiprodukt. Soleiðis útsetir tú eisini húðina fyri færri kemiskum evnum, og brúkar færri dýr produktir. Vit vilja tó mala til, at brúka reinsievnir, um tú hevur make-up á.

 

Soleiðis brúkar tú Konjac Sponge:

Skola svampin væl, áðrenn brúk. Tá hann er tornaður, eftir at tú hevur brúkt hann, er hann harður. Tá má hann líka sleppa at súgva vatn til sín aftur, fyri aftur at blíva lekkur og bleytur. Síðan er hann klárur aftur at brúka. Skola hann eftir brúk, og hong hann upp at torna, við tunna tráðinum, ið er fastur á svampinum. Møguligt er at reinsa svampin fyri bakteriur, við at skola hann undir kókandi vatni.

Eftir 2-3 mánaðir byrjar svampurin at niðurbrótast, og skal skiftast út.


Prísir:

Lítil  (til andlit) 110,-

Stórur (til kropp) 130,-


Tey ymisku sløgini:


Bamboo charcoal-Svartur

Hesin svampurin er sera væl egnaður til feita og óreina/trupla húð, við tendens til akni. Aktiva koli í svampinum, absorberar resterandi oljuna av yvirflatuni, og drepur bakteriurnar.


French red clay-Appelsingulur

Serliga væl egnaður til eina sarta og búgvna húð. Kann við fordeili brúkast til eina húð, ið trongir til eina yngri glóð og meir útstráling.


Green tea-Grønur

Svampurin er serliga góður til eina turra, búgvna ella sólskadda húð. Perfektur til húðina, ið trongir til eina yngrið glóð og eina kjerliga hond. Fæst sum stórur og lítil.


Natural white-Hvítur

Hesin svampurin er uttan nøkur sum helst tilsetnings evnir. Hetta ger svampin egnaðan til øll húðasløg og allar aldursbólkar. Hann kann brúkast av tær sjálvum ella til títt smábarn, ímeðan tú gleðir teg yvir hvussu natúrligt og nemt tað kann gerast. Fæst sum stórur og lítil.


Yellow sponge-Gulur

Serliga góður til feita, óreina ella turra og trista húð. Perfektur til tín, ið stýðist við feita og óreina húð í andlitinum/t-sonuni, ella til tín sum bert heldur at húðin kundi verið frískari og meir klár.

 

Uppslagstalvan
+PLUSSOCK
+PLUSSOCK
+Plussock er ein tann besti ítróttarkomprestiónssokkurin á marknaðinum og hevur fingið sera góð ummælir
Andlitsviðgerðir
Andlitsviðgerðir
Her finnur tú eitt gott og breitt úrvæl av andlitsviðgerðum o.ø., akkurát til tín tørv
SuperSole
SuperSole
SuperSole eru tey bestu serinnlegssólarnir á marknaðinum og hava hjálpt sera nógvum fólki.
BABOR
BABOR
BABOR hevur sín uppruna frá Týsklandi og er eitt einastandandi gott merki til øll húðasløg.
Hvørji eru vit
Hvørji eru vit
Eitt sindur um okkara byrjan við HKcare og hvørji vit eru, ið arbeiða á hesið fantastisku kombineraðu viðgerðastovu
Gávubræv
Gávubræv
Ein sera góður møguleiki, at gleða onkran við einum gávubrævi til hennara ella hansara.