Fysioterapi
Vit koma út til tykkara at viðgera. Eftir avtalu koma vit út til tykkara arbeiðspláss, har vit kanna og viðgera tykkara starvsfólk, teir tímar tit ynskja.
Fysioterapeuturin tekur sjálvur briks við, um eingin er á fyritøkuni.
Tann fysioterapeutiska viðgerðin fevnir um eina gjølla kanning og viðgerð alt eftir, hvørjir teir týðandi trupulleikarnir eru, so sum tvørmassasja, toygging, vegleiðing og venjingar.
Um starvsfólk tykkara hava tørv á kanning hjá egnum lækna ella øðrum serfrøðingi, ráðgevur fysioterapeuturin um hetta.