Innlegg
SuperSole og SOLEMAIDS
SuperSole-konseptið verur brúkt í privatpraksis og hevur higartil breitt seg til Danmarkar, Føroyar, Týsklands, Spania, Svøríki og Noregs.

Konseptið fevnir um at kanna, fyriskipa og gera SuperSole innlegssólar sum uppískoyti til vanliga fysioterapi, har innlegg kunnu vera við til at hjálpa ella fyribyrgja trupulleikum við fótunum, sum so aftur vísa seg í kroppinum. Tey fremstu  endamálini við SuperSole innlegssólunum eru at bøta um støðuna hjá fótinum og at minka um stoytin, tá fóturin tekur í gólvið ella lendið. 

SuperSole eru dynamiskir innlegssólar, ið vera lagaðir til tínar føtur, so teir verða styðjaðir, eins og sólarnir stimbra vøddarnar í fótinum.
Tað serliga við SuperSole er, at teir styðja føturnar og fjarða samstundis. Hetta merkir, at fóturin framvegis kann arbeiða undir byrðu, sum so stimbrar bæði vøddar, spengur, lið og harafturat blóðrenslið. Tí verður tað kallað "dynamiskur stuðul”.

SuperSole eru umráðandi í sambandi við:
• Niðurfall av svangabugi (føtur, knø og mjødn snara inneftir)
• Framfótsniðurfall (pína  í tærnum, og tær sova)
• Bruna í fótspong
• Bruna í hælsinuni
• Knætrupulleikar (broytingar í lið-ásini og byrðu)
• Mjadnatrupulleikar (broyting í lið-ásini og byrðu)
• Ryggtrupulleikar (broyting í lið-ásini og byrðu).

Solemaids:





Uppslagstalvan
+PLUSSOCK
+PLUSSOCK
+Plussock er ein tann besti ítróttarkomprestiónssokkurin á marknaðinum og hevur fingið sera góð ummælir
Andlitsviðgerðir
Andlitsviðgerðir
Her finnur tú eitt gott og breitt úrvæl av andlitsviðgerðum o.ø., akkurát til tín tørv
SuperSole
SuperSole
SuperSole eru tey bestu serinnlegssólarnir á marknaðinum og hava hjálpt sera nógvum fólki.
BABOR
BABOR
BABOR hevur sín uppruna frá Týsklandi og er eitt einastandandi gott merki til øll húðasløg.
Hvørji eru vit
Hvørji eru vit
Eitt sindur um okkara byrjan við HKcare og hvørji vit eru, ið arbeiða á hesið fantastisku kombineraðu viðgerðastovu
Gávubræv
Gávubræv
Ein sera góður møguleiki, at gleða onkran við einum gávubrævi til hennara ella hansara.